Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad eru fimm stig røttumegin uppflytingarstrikuna í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, nú fimm umfør eru eftir at leika í ovara endaspælinum.
Í kvøld helt Aarhus Fremad við Martini á liðnum frá dystarbyrjan fast í oddasessinum við málleysum javnleiki móti næstfremsta liðnum, Middelfart á útivølli.
Aarhus Fremad hevur 54 stig á fremsta plássinum, og Middelfart hevur 51 stig á øðrum plássinum. Liðið hjá Andrassi Johansen, Fremad Amager er triðfremst við 49 stigum. Tað vera tvey av hesum trimum liðunum, ið flyta upp í næstbestu deildina. AB, Skive og Næstved hava øll 36 stig.
Ígjár fekk Andrass Johansen ein hálvan tíma á vøllinum, tá Fremad Amager á útivølli vann 1-0 á Skive.
Komandi sunnudag klokkan 12 spælir Aarhus Fremad dyst á útivølli móti Næstved. Sama dag klokkan 13 tekur Fremad Amager móti Middelfart í einum heimadysti, ið verður ein uppgerð millum triðfremsta og næstfremsta liðið.