Katar og USA avtala keyp av upp til 210 Boeing flogførum

Donald Trump, forseti, er í løtuni í Miðeystri, har hann hevur skrivað undir eina stóra búskaparavtalu í Katar.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vitjar í hesum døgum í Miðeystri. Her sæst hann í dag saman við emirinum í Katar, Tamim bin Hamad Al Thani, í sambandi við undirskriftarhátíðarhald í høvuðsstaðnum Doha. - Mynd: Brendan Smialowski/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er í løtuni á ferð í Miðeystri, og í Katar skrivaði hann í dag undir eina milliardavtalu við oyðimarkarstatin.

Tað boða Hvítu Húsini frá á heimasíðuni.

Serliga hava londini skrivað undir avtalu um at skapa eitt handil fyri minst 1,2 billiónir dollarar. Upphæddin svarar til knappar átta billiónir danskar krónur.

Í undirskrivaðu avtalunum er eitt nú ein bílegging frá Qatar Airways at keypa upp til 210 flogfør frá flogframleiðaranum Boeing. Avtalan hevur eitt virði á 96 milliardir dollarar - umleið 638,4 milliardir danskar krónur.

Frammanundan hevur Donald Trump sagt, at talan var um 160 flogfør, og at avtalan var verd yvir 200 milliardir dollarar - umleið 1,3 billiónir krónur.

Hvítu Húsini upplýsa eisini, at fyritøkan Parsons, sum millum annað leggur dent á verju, kemur at standa fyri 30 verkætlanum. Tilsamans eru tær verdar upp til 97 milliardir dollarar - umleið 645 milliardir krónur.

- Hesar nýggju avtalur og amboð eru ætlað at stuðla vøkstrinum í tvílandahandilsviðurskiftunum millum USA og Katar, skapa túsundtals vællønt arbeiðspláss og lata upp fyri nýggjum handils- og íløgumøguleikum fyri bæði londini komandi áratíggjuni og frameftir, skrivar Hvítu Húsini.

Katar er annað steðgistaðið hjá Trump á ferðini.

Týsdagin lendi hann í Saudi Arabia, sum var fyrsta steðgistað hansara. Forsetin vitjar eisini Sameindu Arabisku Emiratini á ferðini, sum endar fríggjadagin.

Hvítu Húsini ætla at taka ímóti einum marglætisflogfari sum gávu frá kongsfamiljuni í Katar.

Hetta skrivaðu bæði ABC News og The New York Times undan vitjanini. Søgurnar vóru grundaðar á dulnevndar keldur í embætisverkinum.

Katarska stjórnin hevur áður sambært AP upplýst, at endalig avgerð enn ikki er tikin viðvíkjandi marglætisflogfarinum.

Men Donald Trump boðaði mánakvøldið frá á sínum sosiala miðli, Truth Social, at ætlanir eru um at skifta núverandi forsetaflogfarið út við eitt, sum verjumálaráðið fær í gávu.

Air Force One er eyknevnið fyri flogfarið, sum flytur sitandi amerikanska forsetan í embætisligum arbeiði.

 

/Ritzau/

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vitjar í hesum døgum í Miðeystri. Her sæst hann í dag saman við emirinum í Katar, Tamim bin Hamad Al Thani, í sambandi við undirskriftarhátíðarhald í høvuðsstaðnum Doha. - Mynd: Brendan Smialowski/Ritzau Scanpix