Zelenskyj er á veg til Turkalands – Putin kemur ikki

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er á veg til Turkalands, har hann ætlar sær at samráðast um frið við russiska forsetan

 

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur sambært russisku tíðindastovuni TASS almannakunngjørt ein lista við nøvnum yvir tey, sum skulu samráðast við Ukraina í Turkalandi.

 

Tað fevnir millum annað um hansara egna ráðgeva og russiska varauttanríkisráðharrin, skrivar TASS.

 

Putin sjálvur er ikki nevndur.

 

Umboð fyri russiska herin og russiski varaverjumálaráðharrin luttaka eisini í sendinevndini.