Úr at gera á Gróðurstøðini

Hetta er tíðin tá fólk fara í urtagarðin, og tað merkist hjá Gróðurstøðini, sum hevur nógv viðskiftafólk í hesum døgum

Hetta er rætta tíðin at planta runnar og trøð, tí nú hevur vøksturin tíð at festa røtur, til heysti og veturin kemur.

 

Á Gróðurstøðini hava tey lagt seg eftir, at ala uppruna føroyskar plantur.

 

- Hetta er nakað sum vit við egnum áhuga eru farin í holt við. Hagin er illa bitin, og tí er gott at fáa føroysku planturnar í urtagarðarnar, á tann hátt breiða tær seg í urtagørðum. Hetta er ein máti at varðveita tær uppá, sigur Vár í Ólastovu Eiriksson, gartnari á Gróðurstøðini. 

 

Tað sum eyðkennir føroyskar plantur, er at tær vaksa seint. Tí tekur tað langa tíð at ala, eitt nú, lyng og Barald. Skjótari er at ala hjálpurøtur, Sjógras og aðrar bleytar plantur.

 

Ein planta sum stríðist við seyðabit er føroyska skøran.

 

- Um vit fáa hana í fleiri urtagarðar, verður hon ikki so høtt sum hon er í løtuni.

 

Uppi í føroysku fjallatoppinum er arktiskt veðurlag. Veðurlagsbroytingarnar gera at arktisku planturnar stríðast og doyggja burtur, og lendisplanturnar koma alsamt longur niðan. Tá seyðurin eisini býtir er ringt hjá føroysku plantunum at fylgja við, tí tær fáa ikki sett fræ.

 

- Føroysku planturnar eru ikki klárar til tað sum hendur beint, og tað eru vit stúrin um á Skógrøktini.

 

Viðskiftafólkini eru glað fyri føroysku planturnar, men eisini aðrar urtagarðplanur eru væl umtóktar, eitt nú Rododendron, sum er nógv eftirspurd á hvørjum ári, og Gívlar sum eru harðførar prýðisplantur, sum fáast í ymiskum litum og anga væl.

 

- Vit hava øll sløg av kundum, summi eru óroynt, vilja vita alt, og spyrja nógv. Onnur hava fyrireika seg væl, og vita júst hvussu urtagarðurin skal síggja út.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

Føroyskt Sjógras