Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul

Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk.

Havstovan:

 

Ritgerðin ber heitið “Environmental drivers, ecological interactions and the role of pelagic 0-group fish in recruitment processes on the Faroe shelf – with an emphasis on Faroe Plateau cod (Gadus morhua)”. Í ritgerðini eru fimm vísindaligar greinir, sum allar eru givnar út ella góðkendar til útgávu í altjóða vísindaligum tíðarritum.

 

Sólvá Jacobsen hevur verið innskrivað á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og hevur í lestrartíðini verið starvssett á Havstovuni. Vegleiðarar vóru Karin Margretha Húsgarð Larsen (høvuðsvegleiðari) og Eilif Gaard, granskarar á Havstovuni, bæði adjungeraðir lektarar á Fróðskaparsetrinum og Peter Grønkjær, professari á Århus Universitet.

 

Í metingarnevndini vóru Anni Djurhuus, Fróðskaparsetrið (forkvinna), Torkel Gissel Nielsen, professari á DTU og Stamatina Isari, granskari á Havforskningsinstituttet í Bergen.

 

##med2##

 

Verjan var á Fiskastykkinum í Sandavági. Fyrst legði Sólvá fram sína gransking og niðurstøður. Síðan settu teir báðir andmælingarnir, Torkil G. Nielsen og Stamatina Isari, henni spurningar. Tey tjakaðust um ymiskar lutir í ritgerðini og Sólvá svaraði sera væl fyri seg.

 

Metingarfólkini lótu sera væl at ritgerðini og røstu Sólvá Jacobsen fyri hennara gransking.

 

##med3##

 

Verkætlanin varð fíggjað av Granskingarráðnum, Statoil, Fiskivinnuroyndum og Havstovuni.

 

Ein samandráttur av ritgerðini kann lesast niðanfyri.