Bjargingarbáturin hjá Havnar Bjargingarfelag hevur verið á skipasmiðju í Svøríki í meira enn hálvtannað ár, hann er umvældur og uppstigaður.
Móttøka var á bryggjuni út fyri hølunum hjá Tórshavnar Bátafelag úti undir Bakka, har høvi var at koma umborð og síggja nýggja bátin. Víst varð eisini nógv spennandi útgerð hjá Havnar Bjargingarfelag, Fjallabjargarunum og Dronutoyminum.
Har vóru eisini Norðoya Bjargingarfelag við bjargingarbátinum “Ziska” og Eiðis Bjargingarfelag við bjargingarbátinum “Rescue Vón”.
Hugsað varð eisini um børnini, sum millum annað kundu sigla ein túr við gummibátinum “Rescue JENS”.
Havnar Bjargingarfelag var stovnað í 1957, eftir at íslendski trolarin “Goðafoss” fór á land á Flesjunum í ringum veðri 2. januar 1957. Felagið hevur sostatt 66 ár á baki og hevur neyvan nakrantíð verið so virkið, sum tað er í dag. Felagið varðar av rakstrinum av “Rescue LÍV”, har oman fyri 30 fólk eru knýtt at bátinum. “Rescue LÍV” hevur í miðal 30 til 40 útkall um árið, og røkir mest sum burturav allan sjúkraflutning millum Nólsoynna og Havnina umframt at boð eisini eru eftir bátinum, tá øðrum bátum tørvar hjálp.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##