Video: Finaluklár Sissal gleðir seg at koma heim aftur til livurpostei

Líkamikið hvussu Eurovision-finalan endar hjá Sissal, so bíðar gerandisdagurin uttan glitur og glimmur í næstu viku.

Tá Sissal ikki er á palli, er hon í skúlastovuni. 30 ára gamla føroyska Hallucination sangarinnan er undir útbúgving til skúlalærara og verður í næstum liðug við útbúgvingina. - Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Seinastu vikurnar hava verið hektiskar fyri Eurovision vónina hjá Danmark, Sissal.Og um tveir tímar er stóra frinalan, har Danmark er umboðað fyri fyrstu ferð síðani 2019.

- Nú gevi eg tí tað allar, allarseinasta, eg havi. Tað verður kul. Eg haldi, at eg fari at hava tað ordiliga stuttligt, tí í morgin verður hendan boblan av. Men tað verður eisini hugaligt at koma heim til livurpostei aftur, sigur føroyska Sissal framman fyri fjølmiðlum á staðnum.

Hon er um at vera liðug við læraraútbúgvingina, men mest av øllum gleðir hon seg til at koma heim til Keypmannahavnar og klemma báðar døturnar, Mikkalinu og Jonnu Sofíu.

Børnini hava verið saman við henni í nakrar dagar í Basel í Sveis, har ársins Eurovision er. Men tey fóru heim, tá Eurovision vikan fór í gongd sunnudagin tá tiltakið byrjaði.

Tað hevði verið ov hektiskt hjá tveimum smáum børnum, trý og fimm ára gomlum, at verið partur av øllum rokinum kring Eurovision. So eru tey saman við pápa sínum, sum Sissal fór frá við fyrr í ár og í dag hevur fínt vinalag við.

Veddingarfyritøkurnar høvdu tó spátt, at Sissal sjálv kundi ferðast heim eftir hálvfinaluna hósdagin.

 

##med2##

Teir hildu ikki, at 30 ára gamla Hallucination-stjørnan fór at kvalifisera seg. Men Sissal sannførdi áskoðararnar.

Tað fer hon aftur at gera í kvøld. Í gjár atkvødu dómsnevndirnar hjá øllum londunum á stórari endurtøku av endasýningini. Teirra meting telur fyri helvtina av avgerðini og verður avdúkað í sjálvari finaluni í kvøld.

- Eg var als ikki nervøs, sigur Sissal.

- Tað var undarligt, eg var púra avslappað. Eg haldi bara, at eg fór at hava tað so stuttligt á pallinum. Eg gloymdi eisini at hyggja inn í eitt myndatól og hugdi út á øll fólkini í staðin. Men eg haldi faktiskt, at tað var ein av mínum bestu framførslum.

Í gjár var umframt finalusýningina eisini klædnavenjing frammanundan, men Sissal sang ikki ígjøgnum fyri at bjarga røddini.

Hon hevur havt forkølilsi síðani hon kom til Basel og hevur verið hjá læknanum, sum ikki fann tekin um inflammatión, men hovnað stemmuband.

- Eg havi fyrr gjørt musicals, har eg sang hvønn dag í tveir mánaðir. Men tað eru so nógv ting, sum spæla seg inn í Eurovision, sigur hon og heldur fram:

- Har er trýst, stress og eitt absurt tal av samrøðum og veitslum, sum eisini merkir, at tú brúkar tína rødd óhóskandi. Tað er ikki vanligt, at røddin hjá mær er so broytilig. Men Eurovision er hart.

 

##med3##

Hon vissar tó um, at rødd hennara fer at skína í finaluni.

- Í kvøld veit eg, at hon skal nokk klára tað. Hatta er ikki nakar trupulleiki.

Eurovision finalan sæst á bæði á DR1 og í Kringvarpi Føroya í kvøld klokkan 20.

 

/Ritzau/

 

Tá Sissal ikki er á palli, er hon í skúlastovuni. 30 ára gamla føroyska Hallucination sangarinnan er undir útbúgving til skúlalærara og verður í næstum liðug við útbúgvingina. - Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Danmark hevur vunnið Eurovision tríggjar ferðir. Nú skal føroyska Sissal royna at fáa fjórða sigurin heim til Danmarkar. - Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix