Tunnil innan fyri Múlan er rætta loysnin

Linjuføringin til suðurtunnilin innanfyri Múlan er tann einasta rætta

Undirritaðu kommunustýrislimir í Sands kommunu, vilja við hesum boða frá, at vit av fullum hjarta stuðla ynskinum hjá suðringum um at fáa fast samband undir Suðuroyarfjørð, og fáa knýtt Skúgvi uppí verkætlanina.

Vit kunnu staðfesta, at ein komandi undirsjóvartunnil til Suðuroynna og ferðslan til og frá hesum, bæði í byggitíðarskeiðinum og tá tunnilin er tikin í brúk, kemur at ganga ígjøgnum Sands kommunu.

Tí meta vit Sands kommunu sum ein stóran og týðandi part av hesi størstu verkætlan føroyinga nakrantíð.

Undirritaðu vilja við hesum boða frá, at vit meta tað skilabesta er, at linjuføringin til komandi suðuroyartunnilin fylgir tilmælinum frá Landsverki og alternativa tunnilsbólkinum, soleiðis at suðuroyartunnilin byrjar innanfyri Múla á Sandi. 

Hetta er sama niðurstøða sum allir borgarafundirnir á Sandi um hetta mál, hava gjørt greiða niðurstøðu um.

Hendan linjuføringin ger minst inntriv í Sands kommunu, samstundis sum hon tryggjar samfelagnum bestu nyttuna av tunlinum, við at stytta farleiðina til Suðuroynna mest møguligt.

Verður hetta leiðin, ið samtykt verður, koma undirritaðu kommunustýrislimir at vera ein aktivur viðleikari fyri at fáa hesa stóru verkætlan framda.

Aðrar linjuføringar við atknýttum verkætlanum koma ikki at møta sama góðvilja frá okkum, vegna tess at vit meta at órógvið á náttúruna og fólkið her býr, verður ov stórt inntriv at bjóða fólkinum á hesum staði, sum borgarafundirnir hjá sandingum eisini staðfestu.

 

Poul Klementsen

 

Brandur Sandoy

 

Hallur Jensen