Valur er vinnari av European Cup kappingini í hondbólti hjá kvinnum.
Aftaná javnleik 29-29 í fyrru finaluni á útivølli í Spania, so vann Valur í seinnu finaluni í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík 24-23 á Porrino, og harvið ein samlaðan 53-52 finalusigur.
Valur var á odda 12-9 í steðginum, og tær vóru frammanfyri við sjey málum, 23-16 við níggju minuttum eftir at leika. Seinastu løtuna gjørdist nervakent, men Valur reið stormin av, og so kundi stóra heimafjøldin stórfegnast saman við valskvinnunum.
Íslendski landsliðsmálverjin hjá Vali, Hafdis Renötudóttir stórspældi í málinum, og tí slapp Silja A. Müller ikki upp í part hesaferð. Silja var tó á vøllinum í fyrru finaluni.
Næst á skránni hjá Vali er at royna at vinna íslendska meistaraheitið.
Komandi týskvøld klokkan 20.30 spælir Valur fyrstu finaluna móti Haukum í høllini á Hlíðarenda.
Fyri góðum ári síðani vann mansliðið hjá Vali við Allani Norðberg á liðnum European Cup, so hetta eru gylt ár hjá Vali.
##med2##