Sissal: – Eg havi heimsins besta bakland

Vinir og familja eru til reiðar – og Sissal er til reiðar at bjarga donsku æruni í atljóða Eurovision Sangkappingini í kvøld.

Danmark hevur ikki vunnið seg í finaluna síðani 2019, so grandprix stjørnan hjá Danmark, føroyska Sissal, kann veruliga fara at skína á pallinum í Eurovision í kvøld.

 

Tað sigur Sissal í samrøðu í Sosialinum hesaferð.

– Eg havi heimsins besta, tilvitaða bakland, sum eg kundi biðið um, sigur Sissal og heldur fram:

– Nógv spyrja meg, hvussu eg handfari Eurovision sum mamma, og svarið er, at eg havi eitt ordiliga gott bakland.

– Eg eri sera privilegerað. So eg kann ikki siga, at øll kunnu gera hetta. Eg kann tí eg havi eitt risa net­verk aftan fyri meg, sigur hon.

Í gjár kom familja hennara niður til Basel at hugna sær saman ið henni í ársins Eurovision Sangkappingini. Smáu børn hennara eru tó farin úr Basel aftur.

37 lond luttaka, og Eurovision verður tí yvir tvær hálvfinalur, tann fyrra var týskvøldið, tann seinna, har Sissal er við, verður í kvøld –áðrenn finaluna, sum verður leygarkvøldið.

Vit heppa upp á Sissal í kvøld  – og vónandi síggja vit hana aftur á pallinum leygarkvøldið. 

Um so verður, so er tað fyrstu ferð í seks ár, at Danmark kemur í finaluna.

Vit skulu sjálvandi ikki selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin. Men vit vóna tað besta.

 

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldarar fáa blaðið í dag, men kunnu eisini lesa tað á sos.fo