Liðið hjá Súnu spælir eisini í bestu deildini komandi kappingarár

Skanderborg vann tveir greiðar sigrar á Holstebro

Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg spæla eisini í bestu donsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár.

 

Skanderborg vann í tveimum upp- og niðurflytingardystum greiðar sigrar á Holstebro úr næstbestu deildini.

 

Í kvøld vann Skanderborg á útivølli 31-20 á Holstebro. Holstebro var betri við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Skanderborg á odda 12-10.

 

Farna leygardag vann Skanderborg á heimavølli 36-29 (17-12) á Holstebro. 

 

Súna hevur drigist nógv við skaða í farna kappingarárið. Vónandi verður eydnan henni blíðari í komandi kappingarári.