Hvørki í bestu ella næstbestu deildini er tað eydnast 07 Vestur at vinna fulla úrtøku í ár.
Men í kvøld eydnaðist tað 07 Vestur, sum er uppflytari í 1. deild, at vinna fulla úrtøku.
KÍ var gestur á Dungasandi í Sørvági, har heimaliðið vann 5-2. Tá ið liðini fyrr í ár hittust í Klaksvík, vann KÍ 3-1.
Hálvleiksstøðan í kvøld var 2-1 til KÍ. 07 Vestur gjørdi sjálvmál, tá ið eitt stórt korter var farið og mitt í fyrra hálvleiki javnaði Rasmus Helgason til 1-1. Hetta var aðru ferð í ár, at Rasmus Helgason var málskjútti í 1. deild.
Tá ið ein stórur hálvur tími var farin, legði KÍ seg aftur á odda. Kristoffur Jakobsen umsetti brotspark til 2-1. Hetta var triðja málið hjá Kristoffuri í ár.
Síðstu stóru tjúgu minuttirnar skoraði 07 Vestur fýra mál.
Ari Dahl Olsen umsetti brotsspark til 2-2, Jónas Nordendal legði heimaliðið á odda, tá ið tað restaðu tíggju minuttir, innskifti Pætur Akselsen økti um munin til 4-2, áðrenn Ari Dahl-Olsen vrð tvífaldur málskjútti og staðfesti 5-2 heimasigurin. Ari Dahl-Olsen hevur nú skorað trý mál í ár, Jónas Nordendal hevur skorað tvey mál, og hetta var fyrsta málið í ár hjá 19 ára gamla Pæturi Akselsen í ár.
Annan fríggjadag fer 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti NSÍ, og annan leygardag fær KÍ vitjan av EB/Streymi.