Jóan Símun Edmundsson kom á vøllin í 63. minutti, tá lið hansara, verandi steypavinnararnir, KA tóku móti Fram á Akureyrivøllinum.
Tá Jóan Símun kom á vøllin var støðan 4-2 til Fram, og tað bleiv eisini endaliga úrslitið. KA kemur sostatt ikki at endurvinna steypið.
KA-Fram 2-4 (1-3)
1-0 Hallgrímur Mar Steingrímsson ('8 )
1-1 Róbert Hauksson ('21 )
1-2 Róbert Hauksson ('34 )
1-3 Kyle Douglas Mc Lagan ('43 )
2-3 Birgir Baldvinsson ('53 )
2-4 sjálvmál (´58)
KA er eisini aftast í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við bara fýra stigum, so gongdin er ikki góð fyri tíðina.
Komandi sunnudag klokkan 15 spælir KA dyst á útivølli móti ÍBV.