Valur tapti fyrstu meistaraskapsfinaluna á heimavølli

Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali spæla aftur komandi mánakvøld

Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali spældu í kvøld fyrstu finaluna um íslendska meistaraheitið á heimavølli í høllini á Hlíðarenda.

 

Mótstøðuliðið var Fram, ið fyrr í ár vann íslendsku steypafinaluna. 

 

Fram vann dystin 37-33. Gongdin í dystinum var hendan: 3:4, 8:8, 10:9, 12:12, 15:16, 17:20, 20:23, 22:26, 27:32, 31:33, 33:37. Tað var bara eitt stutt skiftið í fyrra hálvleiki, at Valur var á odda, annars runnu teir aftaná meginpartin av dystinum.

 

Bjarni skoraði tvey mál og Allan skoraði eitt mál.

 

Valur má skjótt upp á hestin - ella íslandsrossið - aftur, tí longu mánakvøldið klokkan 20.30 tekur Fram ímóti Vali í aðrari meistaraskapsfinaluni. Spælt verður best av fimm dystum.