EM 2026: Føroyar eru í bólki við Slovenia, Montenegro og Sveis

Lutakast til innleiðandi bólkarnar hevur verið í Herning

Lutakast hevur verið i Herning, og vit kenna nú mótstøðuliðini hjá Føroyum í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum í skandanivisku londunum.

 

Føroyar komu í bólk D saman við Slovenia úr styrkisbólki 1,  Montenegro úr styrkisbólki 3, og Sveis úr styrkisbólki 4. Føroyar vóru í styrkisbólki 2.

 

Føroyar spæla teir tríggjar dystirnar í Bærum í Oslo. Yvir 5.000 føroyingar fara til Oslo at stuðla okkara monnum.

 

Hjálparvenjarin, Hjalti Mohr Jacobsen staðfesti í KVF, at talan er um eitt gott lutakast. Undan lutakastinum hevði Hjalti ynskt sær Slovenia og Montenegro. Hjalti legði tó aftrat, at talan verður um tríggjar torførar dystir.

 

Føroyar spæla ætlandi tveir venjingardystir móti Italia stutt undan EM-endaspælinum. Tað liggur eisini í kortunum, at Føroyar í november kappast í Golden League kapping í Tróndheimi, har Noreg, Danmark og Niðurlond eru mótstøðuliðini.