Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur tikið avgerð um at veita hesum trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár fyri at arbeiða burturav við ávikavist bókmentum, myndlist og filmi:
• Hans Tórgarð • Jón Sonni Jensen • Marianna Mørkøre
Bókmentalig faknevnd segði um Hans Tórgarð:
Hans Tórgarð hevur í fleiri umførum latið dygdarverk úr hondum bæði í teksti og á palli. Verkætlanirnar, sum Hans Tórgarð ætlar at arbeiða við, eru vandaliga lýstar, áhugaverdar og fevna um fleiri sløg av teksti. Dømini, sum eru løgd við umsóknini, vísa gott innlit í okkara bókmentir og leiklist, og bera boð um dyggar royndir og harumframt framúr góða málkenslu. Við at játta Hans Tórgarð løn í eitt tríáraskeið kunnu vit vænta munagóð íkast í føroyska mentan og list.
Í nevndini sótu Ann Ellefsen og Bergur Djurhuus Hansen.
Myndlista faknevnd segði um Jón Sonna Jensen:
Jón Sonni Jensen hevur við sínum tilfarsliga nýskapandi verkum gingið undan at fremja eina nýmaterialistiska vend innan føroyska myndlist. Hann hevur lagt til rættis eina væl umhugsaða og framsøkna arbeiðsætlan. Við umsóknini fylgja samstarvsavtalur, ið bera boð um eitt gjølligt fyrireikandi arbeiði, ið sannlíkt fer at føra til týðandi framsýningar og onnur ítøkilig úrslit.
Í nevndini sótu Jens Dam Ziska og Mirjam Joensen.
Film faknevnd segði um Mariannu Mørkøre: Marianna Mørkøre er nýskapandi filmslistafólk við drúgvum royndum. Hon hugsar øðrvísi í sínum filmsmáli og hevur sín egna sermerkta stíl. Hon mennist fyri hvørt verk, har hon eksperimenterar, og brýtur uppúr nýggjum við sínum visuella stíli. Tað sæst, at Marianna torir at arbeiða kreativt við filmsmálinum. Í heimildarfilminum HEARTIST um listakvinnuna Sigrun Niclasen, brýtur hon upp úr nýggjum, og filmurin hevur ferðast víða, og fekk sera góða móttøku bæði her á landi og uttanlands. Marianna hevur eina greiða ætlan fyri, hvussu hon fer at brúka listafólkalønina tey komandi trý árini við áhugaverdum nýggjum verkætlanum, har hon eisini leggur upp til nýhugsan og nýskapan innan ymsar greinar av filmi
. Í nevndini sótu Hans Petur Hansen og Ingun í Skrivarastovu.
Endamálið við listafólkalønum er at bøta um korini hjá einstaka yrkislistafólkinum. Listafólkaløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í Løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins, og sum eftir nevndarinnar meting er av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum.
Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 6. januar 2025, ið hevur til endamáls at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði. Listafólkið arbeiðir í játtanarskeiðnum burturav við list. Listafólkalønin svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1, umframt 15% í eftirløn.
Umsøkjararnir til listafólkaløn 2025 vóru 30 í tali.