Sambært løgregluni fingu tvær svenskar gentur, bara 14 og 15 ára gamlar, boð um at royna at drepa ein mann í Herning í fjør.
Ein genta er ov ung til at verða revsað, men løgreglan vil hava hina útflýggjaða, so hon kann verða rættarsøkt í Danmark.
Tí fer ákærin Christian Skov Poulsen frá Mið- og Vesturjyllands Politi í rættin týsmorgunin, har hann vil hava varðhaldsboð móti nú 16 ára gomlu gentuni.
- Hetta fyri at fáa eitt útflýggingarmál sett í gongd, sigur hann.
Christian Skov Poulsen vil tó ikki upplýsa, um gentan er afturhildin uttanlands ella leys.
Gentan er skuldsett fyri drápsroynd við at hava møtt upp í einum húsi í Herning saman við hinari svensku gentuni tíðliga um morgunin 10. juni 2024. Tær høvdu skambyrsu við sær.
Ætlanin var at skjóta og drepa ein mann, men av tí at hann ikki var til staðar á adressuni, miseydnaðist drápið, stendur í ákærunum.
Óvist er, hvussu genturnar fyrihalda seg í málinum.
Ein 28 ára gamal maður varð varðhaldsfongslaður í málinum í januar og játtaði at hava luttikið í drápsroyndini við at leggja ætlanir og samskipa hana.
Málið hjá honum er kannað og verður nú mett av ákæruvaldinum hjá Mið- og Vesturjútsku løgregluni.
/Ritzau/