Sýta fyri at kríggjast fyri Putin

Nýggj tøl vísa, at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur stórar trupulleikar at fáa nóg mikið av herfólki at fara í kríggj fyri seg

 

Russiski herurin hevur mist nógv fólk á hermótinum í Ukraina, og tí hevur forsetin, Vladimir Putin, roynt at fingið fleiri herfólk at berjast fyri seg.

 

Men, nú vísa nýggj tøl, at hetta eftir øllum at døma ikki er so lætt hjá forsetanum.

 

Óhefti russiski miðilin, Mediazona, hevur gjørt eitt yvirlit sum vísir, hvussu nógv mál russiski herurin hevur, ið snúgva seg um herfólk, sum ikki vilja berjast fyri forsetan í Ukraina.

 

Tølini vísa, at tað næstan eru tvífalt so nógv mál av slíkum slag í 2024, sum tað vóru í 2023. Bara í 2024 eru 10.000 mál um fólk, sum sýta fyri at fara í kríggj.

 

Tá hugt verður eftir, hvussu nógv mál hava verið, síðan Russland leyp á í februar 2022, er talan um 15.902 tilsamans.

 

Ein amerikansk frágreiðing vísti fyri einum ári síðan, at Russland hevur mist 87 prosent av herinum, sum landið hevði, áðrenn lopið var á Ukraina, og tað var CNN, sum legði hesi tøl fram.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at Russland sambært fleiri útlendskum miðlum hevur fingið fleiri túsund herfólk úr Norðurkorea, sum berjast á russiskari síðu ímóti Ukraina.

 

Meira um hetta kann lesast her