Okkara lívsroyndir, sum foreldur at børnum við sjáldsamari sjúku og serligum tørvi, hava givið mær innlit í, hvussu stirvið og tungt tað mangan er at fáa børnunum røttu hjálpina í Føroyum.
Vit hava upplivað, at nógv tíð er blivin brúkt uppá útgreining av barninum og eftirfylgjandi bleiv eitt væl skrivað bræv sent til okkara, um hvørjar tørvir og manglar barnið hevði, men tá ið tað kom til at fáa røttu hjálpina var stirvið og tað var ein alt ov tungur vegur til at kempa seg fram til tað mest neyðturviligu hjálpina.
Tað er ein alt ov tung kensla fyri foreldur og í síðsta enda ein stórur missur fyri barnið.
Tað er láturligt at brúka nógvan pening uppá útgreiningar og so ikki veita nøktandi hjálpina.
Umstøður sum hesar, er nakað, sum eg ikki kundi latið vera við at gingi sera høgt uppí, um eg verði valdur á ting.
Sámal Hanni Lognberg
valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið