Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?
- Vit halda nýggjár heima í Hoyvík. Lítlasystir við familju koma heim til okkum, og her fara vit at eta sushi og annað gott. Eigarafelagið her í Hoyvík skipar fyri faklagongu og báli, so tað fara vit til.
Tað sigur Jákup á Borg.
- Kona mín er ikki serliga glað fyri fýrverk, men tað eri eg hinvegin, og mær dámar sera væl at skjóta fýrverk saman við børnunum.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2024?
- Tað er ikki nakað bestemt ella spesifikt, ið eg haldi vera best, sum er hent í 2024. Tað besta við 2024 er, at vit sum familja hava tað gott - eru frísk, glað og vísa hvørjum øðrum massar av kærleika.
Jákup á Borg heldur, at hann er sera heppin at hava góð og jalig fólk rundanum seg - í familjuni, vinaskaranum, arbeiðslívinum og í fótbóltinum.
Og hvat var tað keðiligasta?
- Tað ringasta, sum er hent í 2024, er, at vit framhaldandi hava so nógvan ófrið í heiminum - nógvar ósemjur og stór kríggj. Eg haldi, at heimurin tíverri virkar at vera eitt ótryggari stað.
##med2##
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2025?
- Eg havi góðar vónir fyri 2025. Tað ræður um at hava ja-hattin á og at taka og takla dagarnar og uppgávurnar so hvørt. Eg eri sera spentur upp á eina spennandi kapping við B68.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Eg havi ongantíð havt nakað nýggjárslyfti. Dugi ikki ordiliga at síggja, at man skal bíða til 1. januar at geva lyftir, sigur Jákup á Borg nú við ársenda.