Tað hevur ikki hilnast nakað serligt hjá fuglfirðingum, síðani teir í heyst fluttu niður í næstbestu deildina.
Í dag høvdu teir í Fløtugerði vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ, og ÍF vann 3-2. Hetta var annar sigurin hjá ÍF í ár. Tann fyrri var ímóti næstbesta liðnum hjá 07 Vestur. ÍF hevur tapt tveir dystir 2-1 – ímóti B71 og Skála – spælt javnt 1-1 ímóti AB og í fyrsta umfari endaði tað við 3-1 heimatapi ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi.
Eftir sigurin í dag er ÍF á sjeynda plássi við átta stigum, og NSÍ er á áttanda plássi við sjey stigum.
Karl Løkin legði ÍF á odda við brotssparki í 19. minutti. Hetta var triðja málið hjá Karl í ár.
Rúnar C. Johnsson økti um leiðsluna til 2-0 tíggju minuttir undan steðginum. Uppleggið átti Ruben Møller-Nielsen.
Eftir steðgin svaraði NSÍ aftur. Tá ið Meinhard Janusarson minkaði um munin til 2-1, átti Markus Klein Danielsen uppleggið, og Markus Klein Danielsen javnaði til 2-2. Tá var tað Pætur Hentze, sum legði upp til málið. Bæði Meinhard og Markus hava skorað tvey mál í 1. deild í ár.
20 minuttir undan leikloki og minuttin eftir, at NSÍ hevði javnað, skorað Rúnar C. Johnsson 3-2 sigursmálið. Uppleggið átti Jóhann Højbro, sum er einasti ÍF spælarin, ið hevur verið á vøllinum allar sjey landskappingardystirnar á tamb. Rúnar C. Johnsson er toppskjútti hjá ÍF við fimm málum.
Mikudagin fer ÍF til Klaksvíkar, meðan NSÍ annan sunnudag fær vitjan av Víkingi.