Tatoveringsvinnan skal regulerast

Alsamt fleiri føroyingar fáa sær tatoveringar. Tá eftirspurningurin veksur, veksur útboðið eisini. Av tí sama er føroyska tatoveringsvinnan vaksandi og fleiri og fleiri tatoveringshandlar lata upp. Stórur áhugi er eisini hjá útlendskum tatovørum at koma til Føroya at tatovera. Tað er sjálvsagt gleðiligt við nýggjum, mennandi vinnum, men tá vinnur taka skap, sum ikki áður hava tikið dík á seg, mugu lóggáva og karmar fylgja við.

 

 

 

Í løtuni eru ongar føroyskar reguleringar, ið seta greið krøv til virkandi tatovørar í Føroyum. Hetta merkir sostatt eisini, at einki eftirlit er við hesi vinnu og tatoveringshandlum, sum longu virka her. Tað er ein avbjóðing fyri vinnuna, men serstakliga er tað óheppið fyri kundarnar, og tað kann vera við til at skapa ótryggleika.

 

 

 

Í Føroyum mugu vit hava eina føroyska lóggávu á hesum økinum, ið setir røttu krøvini og myndar karmarnar til virkistatovørar. Henda lóggávu skal tryggja, at virkandi tatovørar og lærlingar hava røttu reinførisskeiðini, at tatovørar arbeiða innan nøktandi karmar og eftir eini greiðari reglugerð, sum er tíðarhóskandi. Hetta merkir sostatt eisini, at eftirlit má vera við virkistatovørum, soleiðis at hesi arbeiða innan galdandi reglur og treytir, so trygdin hjá kundunum er í lagi.