Veðrið er framúr, og soleiðis hevur tað verið í allan dag. Tí var tað lagaligt hjá TB at fara um fjørðin, og líkindini eru góð, nú TB ferðalagið riggar til at fara til hús aftur. Teir løgdu í kvøld rygg til stórt tap á Skála, og tað ber við sær, at nú hevur TB bara steypakappingina at hugsa um. Hugburðurin var langt frá tí, sum hann hevur verið í landskappingardystunum.
So er alt tað góða sagt, sum kann sigast um TB og steypadystin á Skála í kvøld.
Í fjør fluttu skálamenn niður úr bestu deildini, og TB flutti upp í bestu deildina.
Í góðveðrinum undir Mýruhjalla var tað sjón fyri søgn, at Skála í løtuni eigur eitt nógv betri fótbóltlið, enn TB eigur – bæði í álopi og verju. Úrslitið var 8-0 heimasigur.
Hálvleiksstøðan var 4-0, og eftir steðgin var spurningurin, hvussu nógv heimamenninir fóru at leggja fyri. Martin Johansen skoraði fýra mál í kvøld, og Simon Jørgensen, sum hevur víst seg at vera góður fongur, síðani hann í vetur flutti úr FC Hoyvík og inn á Skála, skoraði tvey mál. Hann átti hornasparkið, sum bar 1-0 málið við sær. Bólturin var á veg í málið, tá ið miðverjin Kristian Martin Jacobsen setti høvdið undir bóltin.
Sunnudagin fær TB í landskappingini vitjan av NSÍ. Tá verður Ragnar Joensen ikki á TB liðnum. Í kvøld var hann miðverji inntil tíggju minuttir eftir steðgin, tá ið hann sá reytt.
Í fjórðingsfinaluni í steypakappingini fer Skála 2. páskadag at spæla ímóti vinnaranum av dystinum millum Víking og NSÍ. Tá verður Skála á útivølli.
Skála – TB 8-0 (4-0)
1-0: Kristian Martin Jacobsen 10.
2-0: Martin Johansen 17.
3-0: Simon Jørgensen 29.
4-0: Martin Johansen 33.
5-0: Simon Jørgensen 50.
6-0: Martin Johansen 55.
7-0: Rói Olsen 78.
8-0: Martin Johansen 84.
Dómari: Alex Troleis