Tesla hevði fyri fyrstu ferð afturgongd í fjør

Tesla seldi næstan 1,8 milliónir bilar í fjør, sum var eitt sindur færri enn í 2023

Elbilafyritøkan Tesla hevði umsetning uppá 97,7 milliardir dollarar í 2024, sum er eitt prosent meira enn árið fyri.

 

Tað vísir ársfrágreiðingin hjá felagnum í kvøld

 

Tilsamans seldi Tesla næstan 1,8 milliónir bilar í fjør, sum var eitt sindur lægri enn í 2023.

 

Felagið almannakunngjørdi hetta talið við ársbyrjan.

 

Sambært Reuters er 2024 fyrsta árið í søguni hjá Tesla, har talið av seldum bilum er minkað.

 

Hetta kemst millum annað av hægri kostnaði og harðari kapping á elbilamarknaðinum.

 

/Ritzau/