50 ár við føroyskum frímerkjum

30. januar í 1975 komu fyrstu føroysku frímerkini út

30. januar í 1975 komu hesi ótrúliga vøkru frímerkini út. Tey vóru tey fyrstu føroysku frímerkini, so í dag eru liðin júst 50 ár síðani hendan søguliga hendingin fór fram. 

Tað var tó Post og Telegrafvæsenet, ið gav hesi fyrstu føroysku frímerkini út. 

Farni stovnurin, Postverk Føroya, gav fyrstu frímerkini út 1. apríl í 1976 í samband við yvirtøkuna á sama degi. 

– Frímerkjadeildin hevur vunnið Føroyum nógvan heiður og æru við sínum frímerkjaútgávum, og er frímerkjadeildin millum teir fáu lutirnar, ið eru eftir frá gomlu stovnstíðini, skrivar Heri Á. Simonsen, sum í nógv ár starvaðist hjá Postverki Føroya. 

– Hjartaliga tillukku til tey við hálvu øldini. Tað er kortini løgið, at tað ikki er ein almenn 50 ára framsýning við frímerkjaútgávum í t.d. Norðurlandahúsinum. Harmiligt fyri almenningin, men tað skal ikki taka glansin frá flottu 50 ára søguni hjá føroysku frímerkjunum, ið hava verið framúr vøkur, sigur hann. 

Hann vísir á, at fyrsta frímerkið í heiminum var givið út í Bretlandi í 1837. Fyrsta danska frímerkið kom út í 1851, og fyrsta grønlendska frímerkið kom út í 1938.

– Millum kendar frímerkjasavnarar í søguni kunnu nevnast Charlie Chaplin, Erwin Rommel, John Lennon, Elisabeth 2. Drotning, Franklin D. Roosevelt og Simon Wiesental.

– Føroysk og føroysk, tað er so sum so við tí. Tað var danska postverkið, sum gav tey út. Ætlanin hjá P&T var, at tað skuldi standa Danmark á teimum, men tað bleiv stríð um tað, og endin gjørdist, at teir prentaðu FØROYAR á merkini. Eingin ivi er tó um, at tað eru liðin 50 ár, skrivar táverandi starvsfólk í P&T.