HM: Kroatia vann seg í finaluna

Dagur Sigurðsson hevur ført enn eitt lið til eina HM-finalu

Frakland var stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna HM-hálvfinaluna móti Kroatia í Arena Zagreb.

 

Men tað løgdu kroatisku leikararnir og mongu kroatisku fjeppararnir líka í. Frakland kom undir stórt trýst í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Kroatia greitt á odda 18-11.

 

Frakland avrikaði frægari í seinna hálvleiki, og fraklendingar fingu í løtum minka kroatisku leiðsluna niður í trý mál. Men tá tað byrjaði at sansa at hjá Kroatia syrgdi málverjin, Dominik Kuzmanovic við nøkrum avgerandi bjargingum fyri, at dysturin aftur koppaði til heimaliðið.

 

Talan er um ein risastóran sigur hjá íslendska venjaranum hjá Kroatia, Dagur Sigurðsson, ið førdi týska landsliðið til EM-gull í 2016. 

 

Í annaðkvøld spæla Danmark og Portugal hina HM-hálvfinaluna í Unity Arena í Bærum í Oslo.

 

Frakland-Kroatia 28-31 (11-18)

 

Toppskjúttar Frakland:  Dika Mem 8, Ludovic Fabregas 4, Benoit Kounkoud 3, Aymeric Minne 3.

 

Toppskjúttar Kroatia: Zvonimir Srna 7, Marin Jelinic 7, Ivan Martinovic 6, Mateo Maras 4.