Marianne Faithfull er deyð

Sangkvinnan og sjónleikarin gjørdist 78 ár.

Enska sangkvinnan og sjónleikarin Marianne Faithfull er farin foldum frá, upplýsir BBC.

 

Serliga kend var hon innan tónleikin í sekstiárunum.

 

Hon var eisini kend sum unnusta hjá sangaranum í Rolling Stones, Mick Jagger, eitt tiðarskeið.

 

Kend er hon m.a. fyri sangin as Tears Go By, sum Jagger og Richards úr Rolling Stones skrivaðu.

 

Í sjeytiárunum hevði hon mótbrekku, og bardist við bundinskap og annað, og hevði eitt tíðarskeið heim sítt á gøtuni, men hon bardi seg aftur á beint, og fekk aftur undanvind á yrkisleiðini, tá hon útgav plátuna Broken English í 1979.

 

Hon gav út fleiri enn 20 útgávur og samstarvaði við kend, sum ókend,  á enska tónlistapallinum, og royndi seg innan mong tónleikasløg.

 

Hon hevur samstarvað við t.d. Daniel Lanois, Emmylou Harris, Roger Waters úr Pink Floyd, P.J. Harvey og Nick Cave.

 

Umframt tónlekin, hevur Marianne Faithfull eisini roynt seg sum sjónleikari, bæð á palli og á filmi.

 

Marianne Faithfull fór stillisliga foldum frá, við familjuni kring seg, upplysir BBC.