Grein úr Sosialinum 13. juni 2025:
Katrin Dagbjartdóttir, lærari í Havn, er ein teirra, ið missir rættin til stuðul til avlamisbil av lógini, sum Løgtingið hevur samtykt.
– Bilurin er munurin millum eitt sjálvstøðugt lív sum lærari og mamma, og eina tilveru sum fyritíðarpensjónistur. Politiska avgerðin er eitt dømi um afturstig í lóggávu, sum ger sterk fólk veik og avbyrgir fólk við breki, sigur hon, tá vit spyrja hana, hvat hon heldur um hesa broyting.
– Hetta rakar meg ordiliga hart. Eg skilji ikki, hví Løgtingið velur at spara eina til hálvaaðru millión krónur um árið, tá avleiðingin er, at tey gera fólk óhjálpin. Eg havi havt bil eftir hesi hesum treytum, síðani eg var 18 ár. Tað er kanska ein stuðul upp á 100.000 krónur yvir 10 ár, og á tann hátt fái eg hjálpartólið, sum í mínum føri er bilurin.
Bilurin er trygdin fyri gerandisdegnum
Katrin Dagbjartsdóttir hevur viðføtt likamsbrek. Er illa gongd, og nýtir alt oftari høkjurnar. Kortini hevur hon altíð verið sjálvbjargin. Hevur útbúgving, og hevur starvast sum lærari alt sítt vaksna lív. Tey seinastu árini á Skúlanum á Fløtum.
Fyri okkum onnur at síggja er bert eitt hanagleiv frá arbeiðsplássinum og til heimið Undir Gráasteini, har hon húsast sum einsamøll mamma við tveimum hálvvaksnum dreingjum. Men fyri tann fyrrverandi føroyska HM-gullsvimjaran er teinurin væl meira enn beinini nú megna at bera. Og tí er bilurin, sum stendur í skúlatúninum, trygdin fyri einum vanligum gerandisdegi.
Bilurin er mítt hjálpartól
– Um tú manglar eitt hálvt bein, so fært tú eina protesu, sum kostar eina hálva millión. Og sjálvandi skalt tú tað. Tí protesan er tá títt hjálpartól. Í mínum føri er bilurin hjálpartólið. Eg klári næstan alt, tí at eg havi bilin. Uttan bilin, so má eg hava hjálp til alt uttanfyri heimið: Frítíðarítriv, koyring av synunum til ítrótt - og annað, og kanska eg ikki fái arbeitt uttan bilin. Hetta er at gera tey sterku veik, og tað er ikki skilagóður politikkur, vísir Katrin Dagbjartsdóttir á.
Fyri hana er talan um eina lítla og sera óumhugsaða sparing á fíggjarlógini. Eitt inntriv, sum í veruleikanum ikki verður nøkur sparing fyri fólk og samfelag, men tvørturímóti kann fáa stórar og ólukkuligar fylgjur.
Katrin Dagbjartsdóttir sigur, at tað fyrsta, hon hugsaði, tá hon hoyrdi um lógarbroytingina var, at her talan um eina misskiljing.
– Tí tað kundi ómøguligt passa. Fyri meg er bilurin so avgerandi í lívinum, at eg verði snøgt sagt avlamispensjonistur, um eg ikki havi bil. Bilurin er mín lívlína til ein vanligan gerandisdag, sigur hon.
Allir flokkar eru samdir um at hjálpa...
Hon heldur ikki, at hetta eigur at gerast eitt hugsjónarligt stríðsmál millum flokkar.
– Eg haldi bara, at allir flokkar vilja, at fólk við slíkum serligum tørvi skulu hava stuðul, sum ger tey veikaru sterkari heldur enn tey sterkaru veikari, sigur hon.
Hon vísir á, at hjá nógvum eru tað tey avvarðandi, sum mugu traðka til og sum mugu hjálpa. Tí nógv av hesum fólkunum, sum tað gongur út yvir, eru ikki før fyri at arbeiða og fáa bara fyritíðarpensjón. Og tað er tað ikki rætt, at tey hava sama møguleika sum øll onnur at keypa sær bil.
Hugsi eisini um foreldur, sum eiga vaksin børn við virkistarni. Hví skulu tey avvarðandi revsast fyri, at børn teirra hava virkistarn og ikki longur hava rætt til stuðul til eitt flutningstól? spyr Katrin Dagbjartsdóttir.
– Skulu synirnir hjá mær revsast fyri, at mamman hevur eitt brek, sum ikki er stórt nokk til at geva stuðul til neyðuga hjálpartólið? spyr Katrin Dagbjartsdóttir, sum er sera ørg inn á politikararnar, sum taka slík stig.
– Hetta er at leggja stein oman á byrðu hjá teimum, sum hava ríkiligt frammanundan, sigur hon.
Slutur og vrøvl
– Og tað er tað reina slutur og vrøvl, tá sagt verður, at ein persónbilur í dag er mettur at vera ein vanligur brúkslutur, sum øll fólk hava møguleika at ogna sær.
– Tí tað kunnu tey við fyritíðarpensjónini ikki.
– Og hvat kosti eg samfelagnum, um eg blívi avlamispensjónistur í staðin fyri at kunna arbeiða sum lærari, spyr hon.
Katrin Dagbjartsdóttir skilir als ikki, hvussu politikararnir arbeiða. Tí tá politikarar vilja kanna embætisførslu hjá landsstýrisfólki, tá hevur tað ongan týdning at brúka 1,5 milliónir krónur fyri at fáa ein advokat at kanna embætisførsluna, sum kortini ongar avleiðingar fær fyri nakran.
– Eg eri væl fyri, men eg havi ikki ráð at keypa bil, og eg kann heldur ikki hava ein hvønn bil. Tað setur krøv til stødd og pláss og pláss til høkjur. Og tað eru so nógv, sum eru verri fyri enn eg, sigur Katrin Dagbjartsdóttir – og spyr retoriskt:
– Hvønn týdning hevur tað fyri landskassan, at fimm fólk um árið fáa slíka hjálp?
– Tey sum siga at ein bilur er eitt brúksting, sum øll hava ráð til, tey taka feil. Tey mugu hava ov nógvar pengar sjálvi. Eg eri stakur uppihaldari og bilurin er altavgerandi í einum aktivum lívi.
– Tað verða alt fleiri stakir uppihaldarar í landinum, sum ikki hava ráð til bil. Harafturat arbeiða nógv fólk, ið bera brek, niðursetta tíð og hava lægri løn.
Tey hoyra til tann samfelagsbólkin, sum hevur miðal ella lága inntøku, og stríðast longu við at fáa endarnar at røkka saman. Tey, sum liva av eini fyritíðarpensjón og ikki hava annað, fara ikki at hava ráð til at keypa sær bil uttan almennan stuðul, sigur Katrin Dagbjartsdóttir, sum heldur, at vandi er fyri, at fólk verða avbyrgd sosialt.
Stuðulin hevur verið latin sum eitt rentufrítt lán upp í slakar 220.000 krónur, og alt eftir inntøkugrundarlagnum hevur upp til helvtin av stuðulsupphæddini verið niðurskrivað.
– Eins og onnur við virkistarni, fái eg eina skattafría upphædd frá tí almenna, ið liggur beint oman fyri 3.000 krónur um mánaðin. Onkøur sigur, at hetta kunnu vit nýta til bilin, men tað ber ikki til. Tann veitingin fer øll sum hon er t. d. til at útvega hjálp til tað tunga vaskiarbeiðið heima við hús 5. hvørja viku til fótarøkt, so at eg fái gingið og til fysioterapi 14. hvønn dag fyri at halda kroppin viðlíka.
Katrin sigur, at hon rindar 1.500 krónur um mánaðin fyri bilin hjá sær – og eg skal hava bilin í 10 ár. Snøgt sagt, til hann dettur sundur.
Eyðmýkjandi fyri fólk sum longu eru illa fyri
Úrslitið av hesum er greitt. Tey sum nú klára seg, tey fara ikki at klára seg. Tað er løgið, at politikarar ikki unna fólki við slíkum avbjóðingum eitt hjálpartól. Tann kenslan av hjálparloysi er oyðileggjandi fyri eitt menniskja. At skula gerast almannaklientur, tá ið eg fái livað eitt púra vanligt lív, er púra burturvið, heldur Katrin Dagbjartsdóttir.
– Hetta er fullkomiliga manglandi innlit í, hvat fólk ganga runt og dragast við.
– Man sær, at við at hjálpa fólki at vera sjálvhjálpin, so sparir samfelagið pengar.
– Hetta er at leggjast eftir fólki, sum hava nóg mikið at stríðast við frammanundan.
– Summi børn við avbjóðingum hava sterk foreldur at stríðast fyri seg. Men hesi fólkini, sum veruliga hava eitt brek, tey eru ein veikur bólkur og hava ongan at stríðast fyri seg.
– Eg hevði ikki kunnað koyrt aftur og fram við dreingjunum til ítrótt og tiltøk, um eg ikki hevði bil – sigur Katrin Dagbjartsdóttir, sum er sera fegin um synir sínar, sum eru komnir væl undan, har annar er raskur sjómaður og hin er norðurlendskur meistari í svimjing.
– Øll vilja ikki greiða frá síni støðu, tí tað er so eyðmýkjandi og so privat hjá nógvum fólkum at vísa síni brek, sigur Katrin sum heldur tað vera ómetaliga umráðandi, at onkur sigur frá, hóast mær dámar tað illa. Øll eiga at mótmæla hesi sera niðrandi lógarbroyting, sum er burtur úr vón og viti.