Tosaði í fartelefon og koyrdi um reytt

Í gjár fekk ein bilførari tvey klipp í koyrikortið í einum rendi, tí meðan hann tosaði í handhildna fartelefon, meðan hann koyrdi, koyrdi bilførarin eisini um reytt ljós.

 

Men, hjá hesum bilføraranum gekk tað upp aftur verri enn hetta, og nú noyðist viðkomandi upp til nýggja koyriroynd.

 

Umframt tey bæði klippini, sum tað gevur bæði at tosa í handhildna fartelefon og koyra um reytt ljós, hevði bilførarin eitt klipp í koyrikortinum frammanundan.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at hesin førarin tískil missir koyrikortið treytað, sum er sektin, tá tú hevur fingið trý klipp í koyrikortið.

 

Tað merkir, sigur løgreglan, at viðkomandi noyðist upp til nýggja koyriroynd innan ávísa tíð, um koyrikortið skal varðveitast.