Tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið

Tað er skjótt at fáa klipp í koyrikortið á vegastrekkjum við niðursettari ferð. Hetta fingu tríggir bilførarr í Saltangará í gjár at sanna.

 

Um middagsleitið í gjár gjørdi løgreglan ferðkanningar á Heiðavegi í Saltangará.

 

Hetta var á einum vegastrekki, har tað í mesta lagi er loyvt at koyra 30 kilometrar um tíman.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at her fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið.

 

- Tað skal lítið til á vegastrekkjum við niðursettari ferð at fáa klipp í koyrikortið, sigur løgreglan.

 

Kanningarnar í gjár vardu bert í einar 40 minuttir, so á Heiðavegi í Saltangará eiga bilførarar at ansa sær. 

 

Í kanningunum hjá løgregluni í Saltangará varð eisini ein bilførari tikin, sum er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at ein biførari eisini er tikin tíðliga í morgun fyri rúsdrekkakoyring.

 

- Hetta hendi norðarlaga á Streymoynni um 06.30-tíðina, sigur løgreglan.