Trolarar og garnaskip hava loyst eftir halguna

- Eitt garnaskip landar í dag, og eitt landar seinni í vikuni. Garnaskipini hava smáligan fiskiskap, siga tey á Fiskamarknaði Føroya

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap. Eitt par hevur landað í dag, og teir høvdu mest av hýsu.

 

- Hinir partrolararnir fáa mest av upsa og eitt sindur av hjáveiði, vit tey á Fiskamarkaði Føroya at siga í dag.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein ísfiskatrolari er á Íslandsrygginum, og ein frystitrolari fiskar svartkalva.

 

- Hinir liggja við bryggju, verður lagt aftrat.

 

Í løtuni eru fýra av teimum smáu trolbátunum á Skeivabanka, og ein er norðanfyri. Teir landa allir í vikuni.

 

Um garnaskipini verður sagt, at tvey fiska svartkalva, og annað skipið landar í dag. 

 

- Hitt skipið landar seinni í vikuni. Garnaskipini hava smáligan fiskiskap, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.