Trump góðkennir at senda vápn til Ukraina

Vit fáa nógv bullshit frá Putin, sigur Trump og váttar, at hann umhugsar fleiri revsitiltøk.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, svarar týsdagin spurningum frá tíðindafólkum í sambandi við tíðindafund í Hvítu Húsunum. - Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur góðkent at senda amerikansk verjuvápn til Ukraina.

Tað segði hann á tíðindafundi í Hvítu Húsunum í dag, skrivar Reuters.

Ukraina hevur fleiri ferðir biðið USA um at senda fleiri rakettir til loftverjuskipanina Patriot, sum kann verja stórbýir sum høvuðsstaðin Kiev móti deyðiligum russiskum rakettálopum.

Í síðstu viku segði USA, at tað helt aftur nakrar sendingar av vápnum. Forkláringin var, at egnu goymslurnar hjá USA manglaðu vápn.

Men nú hevur Trump eftir øllum at døma gjørt kúgvending. Men hvørki hann ella Pentagon søgdu í dag nakað um, hvørt Patriot-rakettir eru á veg til Kiev.

Á tíðindafundinumí dag sló amerikanski forsetin harðliga ímóti sínum russiska starvsbróðuri, Vladimir Putin.

Trump er ónøgdur við, at eingin framgongd er móti friði í Ukraina.

– Vit fáa nógv bullshit kastað eftir okkum av Putin, sigur Trump undir fundinum í Hvítu Húsunum.

– Hann er altíð sera vinarligur, men tað vísir seg at vera meiningsleyst.

Tá Trump verður spurdur, um hann umhugsar fleiri revsitiltøk móti Russlandi, svarar hann:

– Eg hyggi sera álvarsliga at tí.

Trump, sum dag fekk nógvar spurningar um nógv ymisk evni frá journalistum, sum vóru til staðar í byrjanini av tíðindafundinum, sigur víðari, at USA fer at hjálpa verjuvinnuni at økja um framleiðsluna av hernaðarútgerð.

– Vit gera bestu útgerðina her. Uttan samanbering. Tí vilja øll keypa okkara útgerð. Og tí fara vit nú at leggja trýst á fyritøkurnar, sum framleiða tað, sigur Trump.

– Teir eru góðir, men teir framleiða ov seint, og vit mugu fáa teir upp á ferð og lata teir framleiða nógv meira.

Í Kiev segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, at Ukraina fer at "styrkja" samráðingarnar við USA um loftverju, eftir at Trump forseti lovaði ukrainarum vápn til at verja landið.

– Í dag havi eg givið ukrainska verjumálaráðharranum og aðalstabsleiðaranum boð um at intensivera øll samband við amerikanska síðuna, segði Zelensky í síni dagligu røðu til ukrainarar.

– Vit hava nú neyðugu politisku yvirlýsingarnar og avgerðirnar, og tær skulu setast í verk sum skjótast fyri at verja okkara fólkatal og okkara støðutakan. Hetta er fyrst og fremst galdandi fyri loftverjuna, legði hann afturat, sambært tíðindastovuni AFP.

 

/Ritzau/

 

 

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, svarar týsdagin spurningum frá tíðindafólkum í sambandi við tíðindafund í Hvítu Húsunum. - Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/Ritzau Scanpix