Hósdagin tosaðu Donald Trump og Vladimir Putin saman í telefon, og sambært Washington Post skal Donald Trump tá vera komin við einari týðiligari áheitan á russiska forsetan.
Hóast nývaldi amerikanski forsetin segði seg vilja hava ein enda á krígnum í Ukraina, segði hann ongantíð, hvussu hann ætlar, at kríggið skal enda.
Washington Post sigur seg vita frá keldum at siga, at nývaldi amerikanski forsetin í samrøðuni fráráddi Vladimir Putin at gera støðuna í krígnum verri, enn hon er.
Sambært keldum, sum blaðið hevur skift orð við, minti komandi amerikanski forsetin russiska forsetan á, at USA hernaðarliga er munandi til steðar í Evropa, sum hann tók til.
Donald Trump skal eisini hava sagt við Vladimir Putin, at hann hevur áhuga í framhaldandi samrøðum fyri at koma til eina skjóta loysn av krígnum í Ukraina.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/kreml-putin-hevur-ikki-tosad-vid-trump