Trý deyð og 100 særd í álopi á Krim

Eitt ukrainskt rakettálop á hálvoynna Krim hevur sambært russiska útnevnda guvernørinum í økinum dripi trý og sært næstan 100.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Álopið var vent móti havnarbýnum og flotastøðini í havnarbýnum Sevastopol, sum í 2014 var tikið av Russlandi við valdi.

Sevastopol er javnan mál fyri urkainskum álopum, men taliðav deyðum og særdum er sambært tíðindastovuni AFP óvanliga høgt.

Guvernørurin sigur, at fimm rakettir vórðu sendar úr Ukraina, og russiska loftverjan rakti fleiri teirra yvir havinum. Men restir av rakettum duttu niður í strandarøki og særdu fólk har.

Ukraina hevur ikki sagt nakað um tilburðin.

/ritzau/Reuters