Trýstið á Biden økist

Fleiri stórir stuðlar hjá Joe Biden hava tikið seg aftur

(Mynd: Saul Loeb/Ritzau Scanpix)

Alt størri trýst er komið á amerikanska forsetan, Joe Biden, eftir at hann kláraði seg illa í sjónvarpskjaki ímóti forsetavalevninum Donald Trump. Í fleiri førum tosaði Joe Biden ósamanhangandi, og hann tóktist stundum ivast í, hvat hann skuldi siga.

 

Eftir kjakið fekk hann nógvar atfinningar frá miðlum og viðmerkjarum, og undirtøkan fyri honum millum veljarar og floksfelagar er minkað.

 

Fleiri týðandi stuðlar hjá Joe Biden og Demokratunum hava tikið seg aftur, tí teir halda ikki, at Joe Biden er rætta forsetavalevnið hjá demokratiska flokkinum. Eisini hava onkrir politikarar í flokkinum sagt, at teir halda, at Joe Biden eigur at lata onkran annan verða forsetavalevni.

 

New York Times skrivar, at fleiri tiltøk, sum hava til endamáls at savna pengar inn til valstríðið hjá Joe Biden, eru avlýst. Haraftrat eru munandi minni upphæddir enn væntað komnar inn til valstríðið eftir sjónvarpskjakið.

 

Joe Biden hevur noktað fyri at taka seg aftur. Hann hevur sagt, at hann var ov troyttur og hevði ikki lurtað eftir kroppinum áðrenn sjónvarpskjakið.

 

– Eg tosi ikki so væl, sum eg havi, og eg kjakist ikki so væl, sum eg havi. Men eg sigi sannleikan, og eg veit, hvussu eg skal røkja forsetastarvið, segði Joe Biden í samrøðu við ABC News.

 

Amerikanska forsetavalið verður 5. november.

 

(Mynd: Saul Loeb/Ritzau Scanpix)