Í kvøld fer bólturin á rull í bestu kvinnukappingini í fótbólti. Átta feløg eru við í ár, og fýra dystir eru á skránni í kvøld. Merkisvert er tað, at felagsliðið hjá teimum í Suðuroy ikki er í bestu deildini í ár. Suðuroyarliðið hevur verið við í kappingini trý tey seinastu árini.
Í fjør vann NSÍ bæði landskappingina og steypakappingina, og NSÍ vann 8. mars stórsteypadystin 1-0 ímóti KÍ.
Í kvøld fer NSÍ at spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík, sum í fjør endaði aftast í deildini.
07 Vestur er aftur í bestu deildini, eftir at vágaliðið í fjør ikki var í fremstu røð. Í kvøld fær 07 Vestur vitjan av skálakvinnum, sum í fjør endaðu á sætta plássi.
Í Gundadali leggja HB og B36 fyri við grannauppgerð. Í fjør endaði HB á fjórða plássi og var við í FM endaspælinum, meðan B36 endaði á fimta plássi og spældi í B bólkinum.
Í Klaksvík verður grannauppgerð, tá ið KÍ fær vitjan av grannunum í Víkingi. KÍ endaði í fjør á silvurplássinum, og Víkingur vann bronsu.
KÍ – Víkingur: Andras Frederiksberg kl. 19.45
07 Vestur – Skála ÍF: Annika Eliasen Breiðaskarð kl. 19.45
FC Hoyvík – NSÍ: Nicusor Cristian Matica kl. 19.30
HB – B36: Annfinn Hjaltalin kl. 19.30