Hans Jakke Hjelm in memorian

Tú sang tær eitt pláss í hvørjum hjarta,

við teirri vælsignaði rødd, tú hevði –

so ljósa og glaða og leikandi bjarta,

sum víðahvar slóðir eftir seg legði

Ein bleiktrandi stjørna er farin um sýnir,

alt tykist so drepandi tungt og trist,

á Himmalska hválvinum nú hon skínur,

sum okur øll so svárt hava mist.

Tú sang tær eitt pláss í hvørjum hjarta,

við teirri vælsignaði rødd, tú hevði –

so ljósa og glaða og leikandi bjarta,

sum víðahvar slóðir eftir seg legði

Vinsælur vart tú – í ávikum góður –

hjálpsemi títt ongi mørk kendi sær,

ljósur av lyndi, so glaður og fróður,

bjartskygdur fram um øll onnur tú var.

Avreksverk fleirfald eftir teg liggja,

fremstur í verki tú manga ferð var,

breyt ikki niður, men upp vildi byggja,

bygdin og fólki tær vóru so kær.

Gamlaárskvøld mær rennur í minni,

ár eftir ár í ein mansaldur tú

trúfastur var á gólvinum inni,

øðrvísi verður – livir man – nú.

Røddin er tagnað – hin ljósa og glaða,

nógv hava sorgartárini runnið

hví skuldi alt seg so syrgiligt laga?

Ikki av okkum svar verður funnið.

Framtíðardreymar so mangar tú hevði,

so var títt lyndi, tú hugsaði stórt,

lagnan tó allar í skeljar legði,

tankin um hetta hann svíður so svárt.

Góði Hans Jakke nú fórst tú um sýnu,

øll níga høvur í djúpari sorg,

Harrin hann styrki nærmastu tíni,

hvíl tú í friði í Himnaborg.

Takk fyri alt, mín góði vinur.

                                       NePtuN