EM-lutakastið hjá kvinnunum verður hósdagin klokkan 16

Føroyar eru í niðasta styrkisbólkinum

HSF skrivar: - Hósdagin 20. mars kl. 16.00, føroyska tíð, verður lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá kvinnum.

 

Lutakastið kann stroymast her https://www.youtube.com/@HomeofHandball


Av tí at heili 5 lond hýsa EM-endapælinum í 2026, eru bert 6 bólkar í undankappingini hesaferð. Føroyar eru styrkismettar, sum nummar 27 í Europa í løtuni og fella júst uttanfyri pott 3, í pott 4. Styrkismetingin byggir á fýra tær seinasta kappingarnar, ávikavist tvær EM- og tvær HM-kappingar.


Raðfylgjan fyri styrkismetingin sær soleiðis út:

Pottur 1: Frakland, Svøríki, Niðurlond, Týskland, Montenegro, Spania


Pottur 2: Slovenia, Kroatia, Eysturríki, Sveis, Serbia, Ísland


Pottur 3: Norðurmakedonia, Ukraina, Portugal, Italia, Grikkaland, Kosovo


Pottur 4: Føroyar, Finnland, Ísrael, Bosnia Hersegovina, Litava, Belgia


Tvey tey ovastu liðini úr hvørjum bólki, saman við fýra teimum bestu trý´arunum, koma víðari til EM-endaspælið í 2026, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi. Skrivar HSF.