Týska stjórnin er í trupulleikum

Tað er ikki óhugsandi, at tað verður val í Týsklandi komandi vár

 

Í gjár gjørdist tað greitt, at týski kanslarin, Olaf Scholz, hevur givið sínum fíggjarmálaráðharra, Christian Linder, fótin.

 

Hetta hendi, eftir at teir tríggir stjórnarflokkarnir,  SDP, FDP og Tey Grønu, í langa tíð hava verið ósamdir um týsku fíggjarlógina.

 

Eftir at fíggjarmálaráðharrin hevði fingið sekkin, tók flokkurin hjá Christian Linder restina av sínum ráðharrum úr stjórnini.

 

Olaf Scholz segði, at hann hevði skotið upp fyri fíggjarmálaráðharranum at lækka orkukostnaðirnar, veksa um íløgurnar og varðveita stuðulin til Ukraina.

 

Men, fíggjarmálaráðharrin segði seg ikki vera sinnaðan av góðtaka ætlanina, og kanslaran legði tá Christian Linder undir at vera snævurskygdan og egoistiskan í einari tíð við stórum ótryggleika.

 

Olaf Scholz hevur nú boðað frá, at um hann ikki hevur ein meiriluta og álit í stjórnini í januar komandi ár, er væntandi, at tað verður nýval í Týsklandi í mars næsta ár.

 

Andstøðuleiðarin, Friedrich Merz, heldur, at spurningurin um álit á kanslaran eigur at vera avgjørdur skjótast gjørligt, veit tíðindastovan, Reuters, at siga.

 

Við týska tíðindamiðil, sigur týski búskaparmálaráðharrin, Robert Habeck, sum umboðar Tey Grønu, at tað var rætt og neyðugt at geva fíggjarmálaráðharranum fótin. 

 

Í dag vita týskar tíðindastovur eisini at siga, at Jörg Kukies er útnevndur sum nýggjur fíggjarmálaráðharri í týsku stjórnini, og hann er í løtuni vararáðharri í fíggjarmálum.