Tvey tap og ein sigur gjørdist úrtøkan hjá U15-landsliðnum við dreingjum, sum her fyri tók lut í UEFA menningarkapping í Albania.
– Tað er einki at ivast í, at hetta var ein góð og mennandi kapping fyri okkara dreingir. Hugburðurin var góður, teir stríðast fyrimyndarliga, samstundis sum teir tora at spæla fótbólt. So samanumtikið eri eg hampuliga væl nøgdur við kappingina.
Tað sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, sum síðst í oktober mánað tók lut í UEFA menningarkapping, sum varð spæld í Tirana í Albania. Umframt Føroyar og vertslandið, vóru Bosnia-Hersigovina og San Marino eisini við í kappingini.
Samlaða úrtøkan gjørdist tvey tap og ein sigur. Í fyrsta dystinum tapti føroyska liðið 4-1 fyri Albania, eftir 3-1 í hálvleikinum. Málið hjá Føroyum skoraði Elias Justinus Begerau, tá hann miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði til 1-1.
Í øðrum dystinum, sum var ímóti Bosnia-Hersigovina, var føroyska liðið væl við alla tíðina, men seinastu løtuna gekk orkan undan, og úrslitið gjørdist 2-0 til Bosnia.
– Ikki óvæntað høvdu vit avbjóðingar við orkuni. Meðan okkara dreingir eru vanir við at spæla tvær ferðir 35 minuttir, so verður spælt tvær ferðir 45 til sovorðnar kappingar, og tað eru okkara mótstøðulið von við. Hetta sást eisini aftur. Ímóti Albania lata vit tvey mál inn seinastu fimm minuttirnar av fyrra hálvleiki, og ímóti Bosnia-Hersigovina verður dysturin avgjørdur síðstu fimm minuttirnar, sigur Jógvan Martin Olsen.
Í triðja dystinum í kappingini, sum var ímóti San Marino, hilnaðist betri hjá okkara dreingjum, sum nú høvdu fingið tveir landsdystir í beinini, samstundis sum menningin var eyðsæð.
Úrslitið gjørdist 1-0 til Føroyar. Einsamalla málið í dystinum skoraði William Hansen, sum við einum framúr skotið úr eini 25-30 metra fjarstøðu langaði bóltin upp í málhornið. Ein sonn perla.
– Hetta vóru fyrstu landsdystir hjá okkara spælarum. Allir fingu møguleikan at byrja, allir spældu minst 90 minuttir, og hetta eru uttan iva royndir, sum hvør einstakur kann taka við sær í menningini komandi árini, sigur Jógvan Martin Olsen.
##med2##
##med3##
##med4##