Ferðslan á trimum flogvøllum nærindis russiska høvuðsstaðnum, Moskva, varð fyribils steðgað í morgun, eftir at 34 dronur á veg til høvuðsstaðin vórðu skotnar niður av russiskari loftverju.
Tað upplýsir russiska loftferðslustovnurin sambært tíðindastovuni Reuters.
Sambært Reuters er talan um størsta dronuálop hjá Ukraina móti Moskva higartil.
Talan er um altjóða flogvøllin í Domodedovo, sum er ein avflogvøllunum í Russlandi við mestari ferðslu. Hann er beint undir ein tíma koyring sunnan fyri innara Moskva.
Tann seinni er Sheremetyevo flogvøllurin og tann triði er altjóða flogvøllurin Zhukovo.
Ferðslan varð steðgað, eftir at fráboðanir komu um, at russiska loftverjan varð noydd at skjóta niður dronur, sum vóru á veg móti russiska høvuðsstaðnum. Flogvøllirnir eru síðani farnir at virka aftur, upplýsa russiskir myndugleikar.
Í fyrstu atløgu var tað sambært borgarstjóranum í Moskva, Sergey Sobyanin, tvær dronur, sum vóru skotnar niður.
Tað varð seinni uppstigað til fýra, áðrenn russiskir myndugleikar uppstigaðu víðari.
34 dronur vórðu skotnar niður yvir russiska høvuðsstaðnum, meðan tilsamans 70 dronur vórðu skotnar niður yvir seks russisk øki, upplýsir russiska verjumálaráðið. Álopið fór fram millum klokkan 04:00 og 07:00 okkara tíð.
Ein persónur hevur fingið skaða í sambandi við álopini, skrivar Reuters.
Í Bryansk-økinum er ein russiskt vápnagoymsla rakt, sigur ukrainski herurin, og upplýsir, at tað elvdi til í minsta lagi átta spreingingar og stóran eld.
Álopini verða framd sum úrslit av innrásini hjá Russlandi í Ukraina, sum fór fram 24. februar 2022.
Kríggið hevur síðani verið miðdepil í eystara parti av Ukraina, men Russland fremur framvegis reglulig álop móti øðrum pørtum av landinum, eitt nú móti ukrainska høvuðsstaðnum, Kiev.
Seint á sumri byrjaði Ukraina tó eitt mótálop, har ukrainskir hermenn fóru at flyta seg yvir um markið úr Kharkiv-økinum til russiska økið Kursk.
Síðani tá hava russiskir og ukrainskir hermenn ikki bert stríðst hvør móti øðrum á ukrainskum øki, men eisini á russiskum.
Ukraina hevur fleiri ferðir staðið aftan fyri dronuálop móti russiska høvuðsstaðnum.
Í september framdi Ukraina sítt størsta dronuálop móti Moskva higartil. Russiska loftverjan mátti skjóta 20 ukrainskar dronur niður og umleið 20 flogfør máttu leiðast til nýggjar flogvøllir orsakað av órógvinum.
/Ritzau/