Ukraina sigur seg hava tamarhald á Kursk-øki

Ukrainskir hermenn verja framvegis eitt lítið øki í russiska Kursk-økinum.

– Vit halda sjálvandi fram, sigur ukrainski verjumálaráðharrin um álop í Russlandi. - Mynd: Valentyn Ógirenko

Tað segði ukrainski verjumálaráðharrin, Oleksandr Syrskyj, sambært tíðindastovuni Reuters sunnudagin.

Russland hevur annars í eina tíð sagt seg hava tamarhald á øllum økinum, har Ukraina leyp á í fjør.

– Vit hava eftirlit við umleið 90 ferkilometrum í Glushkovo-økinum í Kursk-landslutinum í Russiska Samveldinum, sigur Syrskyj.

Hetta er umleið støddin á Borðoy í Føroyum.

Hann hevur eisini sagt, sambært BBC, at Ukraina fer at "víðka um umfangið av álopum á Russland".

 

/Ritzau/

 

– Vit halda sjálvandi fram, sigur ukrainski verjumálaráðharrin um álop í Russlandi. - Mynd: Valentyn Ógirenko