Ungarn missir milliardir í ES-stuðli

Tær fyrstu stívliga sjey milliardirnar eru mistar, tí landið ikki hevur livað upp til krøvini um at fyribyrgja mutri

ES-nevndin fór í 2022 undir eina tilgongd móti Ungarn, sum avleiðing av, hvussu landið hevur brúkt ES-stuðulin.

 

Nevndin hevur eisini sett upp eina tíðarætlan við fleiri tíðarfreistum fyri, nær kravdar broytingar skuldu síggjast.

 

Men, sambært ES-nevndini hevur Ungarn ikki fylt krøvunum, sum skulu til fyri at fáa útgoldið 19 milliardir evrur í stuðli.

 

Og hetta er ikki smápeningur, tí 19 milliardir evrur svara til slakar 142 milliardir krónur í okkara peningi.

 

- Ein av tíðarfreistunum rann út nú um ársskiftið, og ES-nevndin hevur nú gjørt av at taka eina milliard evrur frá Ungarn.

 

Sum skilst er hetta byrjanin, og ein milliard evrur svara til stívliga sjey milliardir krónur í okkara peningi.

 

Orsøkin til, at Ungarn missir hesar fystu milliardirnar er, at landið ikki hevur livað upp til krøvini um at fyribyrgja mutri.

 

Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga í morgun.