HSF skrivar:
- Komandi leygar- og sunnudag, 14. og 15. juni, ávikavist kl. 14.00 og 16.00 báðar dagarnar, vera U17- og U19-kvinnulandsdystir millum Føroyar og Ísland. Dystirnir leygardagin vera í Vestmanna og sunnudagin við Streymin.
Fyri bæði londini er talan um fyrireikingardystir til komandi EM-endaspølini í summar, sum bæði verða leikt í Montenegro. U19 EM verður leikt dagarnar 9. – 20. juli og U17 frá 30. juli til 10. august.
Vinardystirnir millum Føroyar og Ísland kunnu stroymast á live.hsf.fo. Skrivar HSF.