Her halda millum annað í minsta lagi tíggju statir atkvøðugreiðslu um rættin til fosturtøku. Bakgrundin er, at amerikanski hægstirættur broytti avgerðina 'Roe móti Wade', sum vardi rættin hjá kvinnum at fáa fosturtøku í USA fram til 2022.
Ein av umrøddu statunum, Nebraska, hevur tvey mótsett atkvøðuseðlauppskot: Eitt, sum verjir rættin til fosturtøku, og eitt, sum í nógvum førum skuldi bannað fosturtøku.
Hinir statirnir, sum hava fosturtøkuspurningin á atkvøðuseðlinum, eru Arizona, Colorado, Florida, Maryland, Missouri, Montana, Nevada, New York og South Dakota.