USA og Bretland skriva undir nýggjan handilssáttmála

Loftferðsla og tollur á bilar eru partur av handilsavtaluni við USA, sigur Keir Starmer úr Bretlandi.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og forsætisráðharrin í Bretlandi, Keir Starmer, hava skrivað undir handilsavtalu. - Mynd: Stefan Rousseau/Ritzau Scanpix

USA og Bretland hava avgreitt eina nýggja handilsavtalu, sum ávikavist Donald Trump, forseti, og Keir Starmer, forsætisráðharri, hava undirskrivað.

 

Hvítu Húsini kunngjørdu hetta seint mánakvøldið okkara tíð.

 

Teir báðir leiðararnir eru báðir í Kanada, har fundur er fyri G7-londunum.

 

Her hitta teir pressuna, og Donald Trump vísir eitt skjal, skrivar Reuters.

 

- Vit hava skrivað undir, og tað er liðugt, sigur Trump.

 

Hann leggur afturat, at sambandið við Bretland er heilt fantastiskt.

 

Keir Starmer sigur, at avtalur eru gjørdar um millum annað loftferðslu og toll á bilar. Hann útgreinar ikki nærri um, hvat avtalað er.

 

- Hetta er ein øgiliga góður dagur fyri bæði lond okkara, eitt tekin um styrki, sigur Starmer.

 

Tríggjar ónevndar keldur hava áður sagt við Reuters, at avtalan eisini snýr seg um handil við stáli, ethanol og oksakjøti.

 

Hvítu Húsini siga, at amerikanski handilsmálaráðharrin, Howard Lutnick, nú fer at gera eina kvotu fyri, hvussu nógv stál og aluminium Bretland kann útflyta til USA uttan toll.

 

Bretland var fyrsta landið, sum í vár gjørdi avtalu við USA um lægri toll, eftir at Donald Trump setti høgan toll á vørur úr einum breiðum úrvali av londum.

 

Tað manglar enn at semjast um smálutirnar.

 

Á bretskari síðu sigur handilsmálaráðharrin, Jonathan Reynolds, at avtalan er ein stórur sigur fyri flogferðslu- og bilídnaðin.

 

- Handilsavtalur kunnu taka mánaðir at fremja, og tó levera vit fyrsta settið av avtalum um nakrar vikur. Og har steðga vit ikki á, sigur hann.

 

Bretski ráðharrin sigur, at partarnir eru samdir um sínámillum atgongd til 13.000 tons av oksakjøti.

 

Samstundis heldur arbeiðið fram við at tryggja heilivágsvinnuni í Bretlandi góðar umstøður, sigur hann.

 

Ritzau/Reuters

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og forsætisráðharrin í Bretlandi, Keir Starmer, hava skrivað undir handilsavtalu. - Mynd: Stefan Rousseau/Ritzau Scanpix