Í løtuni er eitt ísfiskalínuskip og tíggju frystilínuskip til fiskiskap undir Føroyum.
- Væntandi koma øll skipini inn at landa í næstu viku. Línuskipini hava eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Streymurin verður einki serligur í næstu viku, og veðurvánirnar eru skiftandi. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri.
Væntandi er kortini, at onkrir av teimum størru útróðrarbátunum gera onkran túr.
- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er góður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.