Vit hoyra dag og dagliga, at vit eru eitt av heimsins ríkastu londum. Samstundis hoyra vit eisin dag og dagliga, at okkara vælferðarsamfelag er undir sera hørðum trýstið. Tað er helst ikki bara eg, sum undrist. Vit eru sera rík, men enn haltar tað á vælferðarøkinum, og tað eigur tað sjálvandi ikki at gera.
Hornasteinurin undir okkara vælferðarsamfelag er, at tey sum fortjena nógv, rinda eitt sindur meira í felagskassan, sum rindar útaftur til vælferðarsamfelagið.
Og skal vanligi borgarin ikki rinda meira í skatt, sum tykist at vera nokkso stór semja um í løtuni, so má onkur annar rinda meira, ella má sparast.
Skal rindast meira, so er tað bara tveir møguleikar. Antil við at biðja um hægri blokk, ella má vinnan rinda ein størri part.
Tað kann ikki yvirraska nakran, at eg heldur vil fara tí tungu leið til vinnuna, og biðja um fleiri pengar til vælferðarsamfelagið, heldur enn til Danmarkar.
Men til alla lukku, so hava partar av okkar vinnum havt nøkur sera góð ár. Vinningsbýtið varð útgoldið fyrr í ár, áljóðandi 1.8 milliard krónur. Tað er næstan tað sama sum vit fáa í blokk í 3 ár. Og tá vóru bankanir ikki við í tí uppgerðini.
Vit skulu sjálvandi vera sera varin, tá vit fara til vinnuna eftir fleiri pengum. Vit mugu fyri alt í verðini ikki taka ov nógv, so teirra vakstrarmøguleiki viknar. Men vit mugu taka meira inn í góðum tíðum, enn vit gera í dag.
Eg eri sannførdur um, at tað er neyðugt, at vit hava eitt sterkt vinnulív, sum hevur sera góðar og fríar karmar at virka undir. Tað er jú hetta vinnulív, sum stendur fyri stórum pørtum av virðisøkingini og skapar ríkidømi í hesum landinum.
Vit øll, sum fortjena nógvar pengar, mugu vera við at rinda til vælferðasamfelagið. Eisini vinnulívið. Og eg haldi faktis ikki, vinnulívið hevur nakað ímóti tí heldur.
Tað er ov lætt at siga, at vælferðasamfelagið bara skal fíggjast við vøkstri, og ikki minst við sparingum og effektivseringum. Tað hevur verið roynt nú í nógv ár. Faktis veit eg ikki um annað, enn at tað hevur verið dagligdagurin hjá teimum, sum arbeiða á vælferðarøkinum. Tey skulu altíð spara og effektivsera, men enn mangla bæði hendur og pengar til økið. So meira skal til enn tað. Um ikki, so skulu vit venja okkum við at liva við einum lægri vælferðarstøði, enn vit ynskja.
Vit vilja loysa avbjóðingarnar, sum eru á okkara vælferðarøkið øllum føroyum og føroya fólki at frama.
X við E
Jóhan Christiansen