Leygardagin var sera væl vitjað, og væl eydnað, tiltak um integratión, á Miðnámi í Suðuroynni.
Tað vóru FSA, føroyskt sum annaðmál, og Miðnám í Suðuroynni, ið skipaðu fyri.
Tiltakið var skipað sum evnisdagur. Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, tosaði um endamálið við at seta integratiónslóg í verk í Føroyum.
David Im, integratiónssamskipari, Útlendingastovan, luttók, og tosaði um ábøtur við atliti til verandi støðu, og hvørjar nýggjar avbjóðingar eru í nýggju integratiónslógini? Í hvønn mun er lógin umboðandi fyri integratión, sosialum trivanði og inklusjón á arbeiðsmarknaðinum?
Elisabeth Hoilm, Phd, adjunktur í føroyskum sum annaðmál, Fróðskaparsetur Føroya: Hon tosaði um: Hvønn leiklut spælir málið, tá um ræður at lata dyr upp til samfelagið? Hvat vísir gransking um atgongd til og avbjóðingar hjá tilflytarum á føroyska arbeiðsmarknaðinum?
Síðani var kaffisteðgur, innan pallborðskjak um integratión og inklusjón á arbeiðsplássum. Umboð fyri Landsstýrið, Útlendingastovuna, kommunalpolittikarar í Suðuroy, arbeiðsgevarar, útbúgvingarstøð og tilflytarar í oynni luttóku.
Síðani vóru verkstovur á skránni, har evnini m.a. vóru sanstarv við praksisrættaðari málundirvísing, inklusjón. Inklusjón á arbeiðsplássum: Avbjóðingar og møguleikar.
Millum annað varð komið inn á, hvat arbeiðsgevarar krevja av málsligum førleikum, og at tilflytarar stundum fáa nokta starv vegna málsligar førleikar, ella vantandi málsligar førleikar.
Mett varð um, hvørt FSA kann nýtast at finna loysn á hesum.
Tilflytarar fáa ikki nýtt sínar førleikar. Arbeiðsgevarar flyta mál linjuna – tað verðurnýtt at at halda tilflytararum frá arbeiði- tað eri fleiri avmarkingar fyri tilflytarum og eingin frágreiðing, um hví man ikki fær arbeiði. Mett varð, at opinleiki og dialogur skal til.
Annað sum kom fram var m.a. málskeið, og hvør skal gjalda fyri hetta, og hvat skal til, fyri at útbúgving úr heimlandinum verður góðtikin, og tosað varð um lønarviðurskifti.
Annað á skránni var, at m.a., at Mikkelsen vann spurnarkappingina á evnisdegnum. FSA næmingar høvdu gjørt plakatir um londini tey komu frá. Luttakararnir á evnisdegnum svaraðu spurningum og kappaðust um at vinna 3 litrar av grikskari jomfrú olivenolju. Mirjam var hepni vinnarin, hon hevði svarað øllum spurnqingunum rætt og vann við lutakasti.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##