Liðið hjá landsliðsmálverjanum, Silju A. Müller, Valur spældi ígjár fyrru hálvfinaluna í European Cup.
Dysturin var á útivølli í Slovakia móti liðnum, Michalovce.
Í steðginum sá einki út, tí tá var Michalovce á odda 14-8. Men Valur reisti seg í seinna hálvleiki, og endin var eitt tepurt 23-25 tap, ið er eitt gott útgangsstøðið til returdystin í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík komandi sunnukvøld klokkan 18.30.
Íslendski landsliðsmálverjin, Hafdís Renötudóttir stórspældi í málinum hjá Vali við 17 bjargingum, so tað vóru ikki boð eftir Silju hesaferð.
Í fjør vann mansliðið hjá Vali við Allani Norðberg á liðnum European Cup, og nú vilja valskvinnur fegnar endurtaka bragdið hjá mansliðnum.
Finalurnar í European Cup vera leiktar 10. og 17. mai.